Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrrverandi KÍ formaður nýggjur í HB nevndini

Jóhann Lützen

Gestur Hovgaard er ein av persónunum í nýggju 8-manna nevndini hjá HB. Gestur hevur royndir at sita í fótbóltsnevnd, tí hann var formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag fyrst í 2000 árunum

Havnar Bóltfelag boðaði frá í dag at nýggj nevnd hevur tikið yvir eftir truplu gongdina í felagnum seinastu tíðina.

HB skrivar í boðum at:

Í kvøld var eykaaðalfundur í HB-húsinum. Áhugin var stórur, og húsið var fullsett. Átta fólk eru nú í starvsnevndini, sum er farin til verka í kvøld.. Afturat Helgu Ellingsgaard, ið er forfólk, eru eisini Vagnur Mohr Mortensen, ið er næstforfólk, Gestur Hovgaard, ið er peningarøkil, Eydna Skaale, skrivari, Hans á Lag, Elin Christiansen, Høgni Berg og Liljan av Fløtum.

Tað eru fleiri fyrrverandi leikarar á bæði kvinnu- og manssíðuni hjá HB, sum mannað nýggju nevndina hjá HB. Hans á Lag og Vagnur Mohr Mortensen hava drúgvar royndir frá bestu mansdeildini og tað hava nýggja forkvinnan Helga Ellingsgaard og Liljan av Fløtum eisini á kvinnusíðuni.

Gestur Hovgaard gjørdist fomaður í KÍ í 2002 og røkti sessin til 2005, tá hann segði formanssessin frá sær.