Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fær styrk til miðvøllin

Jóhann Lützen

Lyklarleikarar dragast við skaðar og dystarskráðin komandi vikurnar er avbjóðandi. Norskur-gambiskur leikari er ávegis

KÍ hevur leiga leikarin, Mansour Sinyan, frá Oslo-felagnum í Élituseriuni, KFUM-Kameraterne. Avtalan er galdandi fyri inniverandi ár. Nakrir av miðvallarunum hjá KÍ dragast við skaðar. Hesa avbjóðingina skal Mansour vera við til at loysa.

Um Mansour sigur Magnus Powell: – Mansour er ein leikari, sum eg kenni væl. Vit hava arbeitt saman í fleiri ár. Ein sera íðin rennari við eyðsýndari kropsstyrki . Ágangandi leikari við góðari fatan av spælinum. Hann er nú komin fyri seg eftir eitt tíðarskeið við skaðum og eg veit, at hann er sera spentur at koma ígongd aftur. Við skaðagongdini hjá Halli og René eri eg vísur í, at vit hava brúk fyri at styrkja hópin. Eg vóni at vit síggja bestu útgávuna av Mansour. Tá er hann á sera høgum støði.

KÍ heimasíðan hevur vent sær til til ítróttarstjóran í KFUM-Kameraterene og fregnast um, hví Mansour verður leigaru út til eitt felag í Føroyum. Daniel Fredheim Holm sigur um leikarin, at hann er ein box til box miðvallari við góðum renniførleika og er málsøkin. Við láninum vilja vit hava Mansour at koma nærri leiktíð, enn hann er í KFUM í løtuni.

Eftir ætlan ferðast Mansour til Føroya í vikuskiftinum og málið er, at hann sum skjótast er tøkur til dystir.