Pengaspæl og Ludomani í Frískt Lot
- 2. partur
Í øðrum parti av Frískt lot prátaðu Rannvør og David við Leivur á Lakjuni, ið er master í sálarfrøði og í psykoterapi og gudfrøði um pengaspæl og ludomani. Tinna, ið er reportari, hevur eisini verið úti og spurt føroyingar um teir luttaka í pengaspæli av ymsikum slag og fyri hvussu nógv. Hetta innslagið hjá Tinnu bleiv eisini tikið upp í samrøðuni við Leivur.
Ein dulnevnd samrøða var eisini gjørd við ein fyrrverandi ludoman um tað tíðina í hansara lívi tá ið hann strídist mest við pengaspæls bundinskapin.