Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atgongumerkjasølan til KÍ – Zalgiris dystin byrjar kl. 17 í dag

ki.fo

Evropeiska ævintýrið heldur fram.

Eftir at KÍ spældi seg víðari úr fyrsta undanumfari í UEFA Champions League, bíðar nú ein nýggj og spennandi avbjóðing. Í øðrum undanumfari verður mótstøðuliðið litavisku meistararnir, FK Kauno Žalgiris, sum eisini tryggjaðu sær plássið í øðrum undanumfari við sigri á kosoviska Drita.

Fyrri dysturin verður spældur við Djúpumýru týskvøldið 21. juli kl. 19.45, og atgongumerkjasølan letur upp í dag kl. 17.00 á leinkjuni HER.

Champions League kvøldini við Djúpumýru hava givið føroyskum fótbólti nakrar av størstu løtunum í nýggjari tíð. Heimavøllurin í Klaksvík er vorðin kendur fyri sín serliga stemning, har áskoðararnir standa tætt aftan fyri liðið frá fyrsta til síðsta bríksl.

Nú bíðar enn eitt slíkt kvøld.

FK Kauno Žalgiris hevur seinastu árini ment seg til eitt av fremstu feløgunum í Litava og kemur til Føroya við einum liði, sum hevur víst góð úrslit bæði í heimligu kappingini og í evropeisku undankappingunum. Tað verður tí enn ein spennandi uppgáva hjá KÍ á altjóða pallinum.

Felagið vónar enn einaferð at síggja Djúpumýru fyllast við kongabláum fjepparum. Stuðulin frá áskoðarunum hevur ferð eftir ferð verið ein týdningarmikil partur av teimum evropeisku avrikunum, og saman kunnu vit aftur skapa teir heilt serligu karmarnar um ein Champions League dyst í Klaksvík.

Keyp HER.