Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit eru nýggju eigararnir av Ocean Experiences!

Jóhann Lützen

Við stórari gleði kunnu vit nú kunngera, at vit – Jónas Kallsberg Jacobsen og John Tóri Thorsteinsson – hava tikið yvir Ocean Experiences.

Vit eru báðir júst útbúnir skiparar og eru sera spentir upp á hesa nýggju avbjóðingina. Vit gleða okkum at føra fyritøkuna víðari og samstundis varðveita tað, sum Ocean Experiences er kent fyri: góðar, tryggar og minniligar upplivingar á sjónum.

Vit hava nógvar spennandi ætlanir fyri framtíðina og arbeiða longu við at menna bæði túrar og upplivingar, so vit kunnu geva okkara gestum eina enn betri uppliving í vøkru náttúruni í Norðoyggjum.

Vit vilja samstundis siga hjartans takk til teir, ið hava bygt Ocean Experiences upp, og til øll tykkum, sum hava stuðlað fyritøkuni higartil. Vit vóna at síggja bæði kend og nýggj andlit umborð komandi tíðina.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum umborð!

– Jónas Kallsberg Jacobsen & John Tóri Thorsteinsson

Ocean Experiences

📧 ocean@ocean.fo

🌐 ocean.fo