Ólavsøkukabarettin og føroyski búnin í Frískt lot
Einki er so gott sum, tá ið silvurið er pussað, tí tá veit mann, at nú nærkast ólavsøkan!
Í sendingini í dag práta vit um ólavsøku, føroysk klæði og ólavsøkukabarettina í Sjónleikarhúsinum.
Tinna Berg Jørgensen, reportari, hevur verið ein túr í Marjun Heimá og prátað við Astrið Gullborgardóttir. Har hevur hon fingið góð ráð um, hvussu ein keypir føroysk klæðir – ein drúgv tilgongd, sum kann vera torfør at seta hol á.
David og Rannvør vóru ein túr í Sjónleikarhúsinum, har ólavsøkukabarettin aftur í ár verður framførd. Tey bæði tosa við Dávur Birgisson, Juttu S. Linklett og Lív Brunn Muller, sum gera kabarettina í ár. Prátið snýr seg m.a. um, hvussu ein finnur tað stuttliga í einari hending og ger hana um til eina sketsj, sum skal fáa eina fjøld av fólki at flenna.
At enda verður ein teasari til nýggja lagið hjá Flákra, nýggja bólkinum hjá Bjørk Lamhauge og Tinu Mellemgaard, at hoyra. Lagið verður at hoyra í síni heild í hósdagssendingini og er teirra boð uppá eitt summarhitt.