Norðlýsið sendir beinleiðis útvarp úr Essabarr í dag, ólavsøkuaftan, frá kl 18 – 20. Vit tosa við klaksvíkingar og sjálvandi drekka vit Føroya Bjór.
Klaksvíkingar eiga og reka Essabarr, vit fara at sita mitt í rokanum og tosa við gestir, sum allir kunnu sporast í Símun’sa bók. Vit hála kanska onkran innføddan av gøtuni til borðið. Alvorliga byll.
Sendið inn sms við eini viðmerking ella spurningi á 756565 . Kanska eitt ólavsøkuminni og tit eru við í lutakastinum um ein kassa frá Føroya Bjór.
Kristian Joensen er vertur – hann krimar. Lurtið við at trýsta á netradio knøttin ovast á heimasiðuni hjá Norðlýsinum
