Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

50 ára skúlahald – síðan skúlabyrjanina í 1976

Jóhann Lützen

Í samband við, at tað nú er ein hálv øld, síðan vit byrjaðu í 1. flokki í skúlunum í Norðoyggjum í 1976, savnaðust vit aftur í Klaksvík leygardagin 1. august 2026.

Nøkur í árganginum eru tíverri farin alt ov tíðliga foldum frá. Hesi eru Gvøðny Steensen, Heri Mørkøre, Heini Olsen, Heidi Wissing, Høgni Poulsen og Mikkjal Olsen. Vit mintust tey í skúlanum við at lesa nøvnini upp og halda tøgn í ein minutt. Ærað veri minnið um tey.

Dagurin byrjaði við morgunsangi í skúlanum á Skúlatrøð, røðu, myndaframløgu og morgunmati. Øll vit hava gingið í framhaldsdeildini á hesum matriklinum, sum tað æt tá, frá 8. til 10. flokk. Tá vóru tó tveir skúlar: Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð. Nakrir av okkara fyrrverandi lærarum vóru eisini við til hesa hugnaligu og minnisríku løtuna í skúlanum.

Í 1976 byrjaðu øll børnini í Klaksvík í Ósáskúlanum. Barnatalið var stórt, og tí vóru fýra flokkar: A, B, C og D. Frá 4. flokki varð árgangurin býttur sundur, soleiðis at tveir flokkar fluttu niðan á Ziskatrøð at ganga í skúla. Tí vóru tveir flokkar á Ziskatrøð, A og B, við børnum av eystara armi í Klaksvík, og tveir flokkar í Ósáskúlanum, A og B, við børnum av vestara armi.

Í 8. flokki komu næmingar úr øllum teimum smærru skúlunum í Norðoyggjum til Klaksvíkar at ganga í skúla.

Í Skúlanum við Ósánna, sum varð nevndur Niðari skúli, komu næmingar úr Kunoy. Hesi børnini komu í flokkar saman við klaksvíksbørnunum.

Í Skúlanum á Ziskatrøð, sum varð nevndur Ovari skúli, komu næmingar av Viðareiði, úr Hvannasundi og Norðdepli. Av tí at børnini norður um fjall vóru so nógv í tali, komu tey í ein flokk fyri seg sjálvan, 8. C. Tó høvdu tey valfakini saman við hinum flokkunum í skúlanum á Ziskatrøð.

Ongir næmingar vóru úr Fugloy, Svínoy og Kalsoy í hesum árganginum.

Seinnapartin leygardagin høvdu flokkarnir møguleika at hittast hvør sær. Prátið gekk dúgliga, og nógv felags gomul minnir frá skúlatíðini komu undan kavi. Summi høvdu næstan ikki tosað saman, síðan skúlatíðin endaði í 1986 – ella síðan 1983, tí tá var tað nevniliga soleiðis, at ein kundi fara úr skúlanum aftaná 7. flokk. Nakrir dreingir tóku av møguleikanum og fóru til skips ella í annað arbeiði longu 14 ára gamlir.

Onnur búgva uttanlands, og vegirnir krossast tískil sjáldan.

Um kvøldið varð veitsla hildin í Skálanum við trírættaðari matskrá, pyntaðum borðum, sanghefti, góðum tónleikaspæli, myndaframløgum, talum, spurnakappingum, hugnaligum práti og dansi. Eitt sera væl eydnað og hugnaligt samansjóðingarkvøld.

Fleiri høvdu á orði, at hetta mátti gerast aftur, og at tað ikki má ganga 20 ár til næstu samankomu. Seinasta samankoman var í 2006, tá ið 30 ára hald varð hildið.

Takk tit øll, sum møttu til tiltakið og vóru við til at gera dagin so serstakliga hugnaligan og minnisríkan.

Fyrireikingarbólkurin

Røðan hjá Jensu Anthoniussen lýsir so væl skúlatíðina í 1970-80’unum, og kann hon lesast her:

50 ára floksveitsla 1. aug. 2026

Góðan morgun og hjartaliga vælkomin tit øll.
Also tað er stuttligt at síggja so nógv kend andlit aftur.

Vit vita øll, hví vit savnast í dag. Tað eru jú liðin 50 ár, síðani vit fóru í skúla, fleiri okkara her í Klaksvík, onnur á Viðareiði, í Sundi og í Kunoy. Tað er ótrúligt at hugsa sær, at tað longu eru 50 ár síðani? Meg minnist ikki akkurát hvat dato, vit byrjaðu í skúlanum, men um vit siga, at vit byrjaðu 15. august 1976, so eru tað 18.248 dagar síðani.

Tá vóru vit 6-7 ára gamlar smágentur og smádreingir við skúlatasku á bakinum, spískaðum blýantum og kanska eitt sindur spent uppá, hvat henda nýggja verðin fór at bera við sær. Vit vistu einki um, hvat lívið hevði í skjáttuni til okkara. Vit vistu bara, at vit skuldu læra at lesa, skriva og rokna.

Men vit lærdu nógv meira enn tað. Vit lærdu at vera vinir. At samstarva. At kappast. At vinna og tapa. At flenna saman – og onkuntíð eisini at gráta. Vit lærdu, at ein góður lærari kundi broyta ein dag, og at ein góður vinur kundi gera eitt heilt skúlaár betri.

Minnast tit:

  • at vit í fyrsta flokki vóru í skúla seinnapart, og í øðrum flokki fyrrapart
  • at vit fóru heim at eta døgurða (11.45-13.00) – tey allarflestu til gongu og í øllum veðri
  • vit høvdu pennahúsa (ella vit søgdu penalarahús) við blýanti, viskileðri, lineal (linjuál) og spískara
  • minnast tit kritstøvið á fingrunum? Súru talvutvøgurnar? At vera røkil ella duksur?
  • og luktin av regnvátum skipstroyggjum og úlpum?
  • svartar tuflur (við og uttan hælkappa) og gummistivlar? Og Kalsø- tuflur, og kassabuksur og rørbuksur?
  • at bíða eftir barnaútvarpinum í útvarpinum
  • at taka tónleik upp á kassettuband og vóna at fáa allan sangin við, so at tann sum tosaði í útvarpinum ikki tosaði útyvir sangin
  • kovboysnús, bubblegum, lítlir kipspakkar, tríkantað sunkist, smáu tyggigummpakkarnir við 4 stk. í, 5-oyru, 10-oyru, 25-oyru
  • Norðoyastevnu, fótbólt á grúsvølli og óendaligar summarferiur
  • at bíleggja vøru frá AB Hobbex, Daells Varehus, Textilmessen og Quelle – Trinemia og eg spældu “príslistar”, tvs. kliptu fólk úr príslistunum og spældu dukkulisur við teimum
  • Mín fyrsta lesibók (á s a, ása, ás-a sá á, sá ás-a á) – Per-bókin (Per átti ein hund, sum æt Snar, Per var so góður við Snar, …) – Letingin (Mánadag havi eg onki at gera, týsdag havi eg góða tíð, mikudagur má mín frídagur vera…) – og Søren, Mette og Jep- bøkurnar
  • reyðu fagurskriftheftini – vit skuldu sita rætt og halda rætt á blýantinum – vit “teknaðu” a-bogan, i-bogan, n-bogan og u-bogan út í luftina
  • protokollføring – minnist meg rætt, byrjaði raðfylgjan í okkara flokki við Heidi, Edna, Chanette, … osfr.
  • uttanatslæra – føroyakortið (Fugloy, Svínoy, Viðoy, … – Hattarvík, Kirkja, Svínoy, Viðareiði, …), tabellirnar, líknilsini, sangir (minnist serliga sera drúgva “8-mannafarið”, sum var eina øld langur at læra)

• men ikki veit eg, uttanatslæran kom væl við serliga ísv. mállæru – minnast tit t.d. hesa ramsuna um veikt bend kallkynsorð, sum óbundin altíð enda við -i, -a, -a, -a, -ar, -ar, -um, -a? Og minnast tit “stavilsini (ella klappini)” hjá Bjarna: sagnorð endar við -ir í nútíð eintal, um tað hevur fleiri stavilsir/klapp í tátíð, og -ur, um tað hevur eitt stavilsi/klapp. Seinni lærdi man so, at alt ikki var so einfalt sum tað kortini, tí ongar reglur uttan undantøk

• morgunsang – Faðir fylg mær hendan dag, Á morgni árla, Himnafaðir vár vit biðja

  • skotsmálsbók ella karakterbók – Stak væl, Sera væl, Væl … Krevur bata …, og at NN er flutt/ur upp í [t.d. 3.] flokk við ársenda
  • seðil við heimanífrá, um man hevði verið sjúkur e.líkn. – fleiri snýttu og skrivaðu sjálvi seðilin
  • reyða søgubókin Søga okkara – og tá Doffi sang La Marseillaise í søgutímanum, tá vit høvdu um fronsku kollveltingina, og sum vit hava hoyrt nakrar ferðir nú í summar undir HM í fótbólti
  • rokning – rokniheftir við puntum, uppseting, 2 strikur undir úrslit, koordinatsystem (sum bleiv til krossskipan), líkning, halltal, geometri, passari, vinkulmátari, bókstavarokning, støðuroynd, terminsroynd
  • fríkorter – uttan fartelefonir, bara vinir! – har vit spældu pikk, fanga, trokaðu, hoppaðu lastik og hoppiband, lakkaðu paradís, banka kjøt, reytt-gult-grønt-stopp, lofta, glerskreiðibani í brekkuni oman í skúlagarðin, skreiðaðu í skúlabønum (sum fór illa við grasinum), fótbólt, høsnaringar, glaskúlur, skiftu um glansbíløt/fótbóltskort
  • inni í stovuni spældu vit prika ryggin, stillaspæl, goyma lykil, lyfta lyklatyssi, genta-drong, kortspøl
  • í ítrótti lærdu at ganga í takt til vinstra-høgra, spældu stikkbólt, høvdingabólt, langbólt, og til jólar sluppu vit at spæla sjórænara í fimleikahøllini
  • køksarbeiði – gjørdu armar riddarar og stoktu livur (havi ikki troystað mær at etið livur síðani)
  • útferðir – genturnar í a og b flokkunum á Ziskatrøð fóru til Viðareiðis ísv. hondarbeiði, yvirnáttaðu í húsunum hjá Jonni og teimum (hjá Knút á Skipafelagnum) – fóru eisini við Emmu Zachariassen at vitja m.a. náttúrusavnið á Debesartrøð ísv. lívfrøði – 10. flokkur fór til Svínoyar
  • jólasjónleikur í gomlu fimleikahøllini – haldi, vit spældu Vættrarnir á loftinum í 9. flokki – Suni Samuelsen vildi hava okkum at gera “undarligar” andadráttsvenjingar á gólvinum
  • høvdu vinarbýarvitjan úr Sisimiut í Grønlandi í 8. flokki – vitjaðu sjálvi Kópavog í Íslandi, har Elisa Waag, Bjørg Fjallsbak, Óli Olsen og Hanus Bærentsen vóru við.
    Jú, sanniliga eru minnini mong og dýrabar. Løturnar, sum tá kendust heilt vanligar, men sum í dag eru dýrgripir í minninum. Tíðin fer skjótt, men minnini verða verandi. Tað eru tey, sum savna okkum aftur í dag.

Síðani fóru vit hvør sín veg.

Lívið hevur borið okkum í ymiskar ættir. Summi eru vorðin foreldur og ommur og abbar. Onnur hava ferðast víða um heim. Summi hava arbeitt alt lívið í heimstaðnum, onnur langt burturi. Vit hava upplivað gleðir og sorgir, sigrar og mótburð. Soleiðis er lívið.

Men tað serliga er, at hóast hálv øld er farin, so hava vit framvegis nakað í felag. Vit vóru partur av somu byrjan. Vit vóru børn saman í somu tíð, í sama býi og fyri fleiri okkara undir sama skúlataki.

Klaksvík var eisini øðrvísi tá. Býurin var minni, ferðslan var minni, men felagsskapurin var stórur. Vit spældu úti til myrkurs, kendu nærum øll, og skúlin var nógv meira enn bara ein bygningur – hann var ein partur av okkara uppvøkstri og okkara samleika.

Ein 50 ára minnisveitsla sum henda minnir okkum um, at tíðin gongur skjótt, men góð minnir eldast væl. Tey fáa kanska enn størri virði við árunum.

Lat okkum tí njóta løtuna saman. Fortelja søgur, flenna at tí, sum einaferð var álvarsligt, og minnast tey, sum ikki longur eru okkara millum. Tey eiga eisini sín part av okkara felags søgu.

Takk fyri, at tit eru komin. Takk fyri felagsskapin – tá og nú.

Eg ynski okkum øllum ein framúr góðan dag, við góðum práti, góðum minnum og kanska eisini nøkrum nýggjum søgum, sum verða sagdar til næstu floksveitslu – kanska 60-ára floksveitslu um tíggju ár?

Takk fyri.