Poppsangarin var hugtikin av útferð í Tindhólmi. Í kvøld spælir hann á Summar Festivalinum
Kendi poppsangarin Andreas Odbjerg er komin til Føroya á fyrsta sinni at hava konsert. Hann kom við fylgi til landið í gjár, og tey hava havt onkrar løtur at njóta føroysku náttúruna, meðan tey hava verið her.
Í gjár vóru tey útferð í Tindhólmi, og Odbjerg var stórliga hugtikin av upplivingini har. Hann segði aldrin hava upplivað nakað líknandi.
Andreas Odbjerg, sum er ættaður úr Odense, fekk stóra gjøgnumbrotið í 2022 við sanginum “Stor mand”, sum hann skrivaði og framførdi saman við Tobias Rahim. Síðani hevur hann hittað við sangum sum “I morgen er der også en dag”, “Jeg tror jeg elsker dig for evigt”, “Jeg ka’ rigtig godt lide dig” og “Hjem fra fabrikken”.
Andreas Odbjerg spælir á Vágsbø í kvøld klokkan 22:30.
