Fine dining og PAZ í Frískt lot
Í sendingini í dag royna vit “fine dining“ í Føroyum.
Eyðkenda Michelin matstovan PAZ hjá Poul Andrias Ziska hevur ikki bara fingið rós frá føroyingum fyri nýhugsandi matgerð, har føroyska matmentanin og føroysku rávørurnar fáa ein stóran leiklut. Matstovan hevur eisini fingið altjóða viðurkenning og hevur tvær Michelinstjørnur.
Vit vitja PAZ í sendingini og tosa millum annað um “fine dining“ í Føroyum og føroyska matstovumentan. Vit royna ein rætt, har blásoppaostur og garnatálg spæla ein leiklut, og vit smakka eisini tveir drykkir úr barrini Doktarin, har annar enntá verður borðreiddur við skerpikjøti í.