Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Elsebeth trýstir á: Nær byrja MR-skanningarnar fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

Jóhann Lützen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna, vil nú hava greiði á, nær MR-skanningar av bróstum byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fyrr í ár varð upplýst, at útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar skuldu vera lidnar aftan á summarferiuna. Nú vil Elsebeth vita, um arbeiðið er komið á mál.

Hon spyr eisini, um bróstskanningar longu verða gjørdar í Tesla 3 MR-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – og um ikki, nær tær fyrstu skanningarnar kunnu væntast.

Spurningurin er nú settur landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen.

Sí spurningin her.