Vit hittu fyrrverandi KÍ venjaran Mikkjal Thomassen í forhøllini á KG í dag. Hann sat í einum góðum práti, tá vit hittu hann.
Maðurin hann tosaði við var noregsmaðurin Andreas Hagen. Teir kennast heilt væl, tí Andreas var hjálparvenjari hjá Mikkjal í FK Frederikstad.
Í dag er Andreas Hagen hjálparvenjari hjá Lech Poznan, sum skal leika móti KÍ kl. 19 í kvøld.
