Norðlýsið hevur kannað, um tað er loyvt at skjóta kópar í Føroyum, og um til ber at nýta riflu til tað.
Hjaltur Poulsen, kendur sjómaður og veiðimaður, tók orðið, tá fiskivinnutingið kom inn á bólk 5B í samrøðu við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Hann metti, at har eru einir 10.000 kópar í Føroyum, og teir eta 25.000 tons av fiski; smáan fisk inni á firðinum. Hann spurdi, hvat Bárður á Steig Nielsen ætlaði at gera við tað. Fiskimálaráðharrin segði, at tað longu er loyvt at skjóta kóp, bert ikki hjá alarum, men her svaraði onkur í salinum ”nei, nei”.
Norðlýsið setti sær so fyri at kanna, hvat er galdandi og ikki, tá tað kemur til at skjóta kóp.
Djóravælferðarlógin sigur í §11, pkt. 6, at tað er bannað at skjóta kóp við høglbyrsu. Tað merkir í praksis, at neyðugt er við riflu fyri at kunna skjóta kóp. Alibrúk hava áður havt møguleika at søkja um rifluloyvi, men tað loyvið varð avtikið í 2021. Vápnalógin nevnir ikki riflu beinleiðis, men hjá Umhvørvisstovuni (sum útskrivar vápnaprógv) verður leinkjað til Føroya Politi, og har stendur, at ”Sambært løgtingslóg um vápn er tað politiið sum gevur loyvi til at eiga og brúka rifflu í Føroyum”.
Eftir tí at døma er gjørligt fyri vanligar føroyingar at skjóta við riflu, men treytað av, at Føroya Politi hevur givið loyvi. Har stendur ikki víðari um treytirnar, men leinkjað verður til eitt umsóknarblað. Greitt er hinvegin, at alarar ikki kunnu skjóta kóp longur, og at tað er ólógligt at brúka høglbyrsu til tað.
Keldur:
Djóravælferðarlógin: https://logir.fo/Logtingslog/49-fra-30-04-2018-um-djoravaelferd-Djoravaelferdarlogin
