Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í vikuni

Hanus Kjølbro

Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:  

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Hitin 10 til 15 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó í støðum tám og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið veksur hann upp í frískt lot upp í frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin minkar niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Allan dagin samdrigið, í støðum mjørki ella stundum regn ella ælaveður. Hitin 11 til 16 stig.