Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Prísurin á Norð Festival hækkar týskvøldið

Tíðindaskriv

Norð Festivalurin nærkast, og týskvøldið 25. august kl. 23.59 hækkar prísurin á atgongumerkjunum til festivalin.

Tey, sum ætla sær á Norð Festival, hava sostatt framvegis møguleika at tryggja sær atgongumerki til verandi prís. Eftir midnátt týskvøldið verður tað dýrari at ogna sær atgongumerki.

Fyrireikararnir heita tí á øll, sum ætla sær á festivalin, um ikki at bíða ov leingi.

– Festivalurin nærkast í stórum, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til at savna fólk á Viðareiði. Nú er seinasti møguleiki at tryggja sær atgongumerki til verandi prís, áðrenn prísurin hækkar týskvøldið, siga fyrireikararnir.

Norð Festival verður á Viðareiði og fer at bjóða eina festivaluppliving við tónleiki, góðum stemningi og serstøku náttúruni sum karm.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Atgongumerki:

Keyp atgongumerki:
https://nordfest.atgongumerki.fo/webshop/event/3534274/order/main

Prísurin hækkar týskvøldið 25. august kl. 23.59.