Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Endiliga fer hondbólturin í gongd aftur

Stjørnan

Eftir eina langa summarferiu verður nú aftur lív, spæligleði og nógvir hondbóltar at síggja í KÍ-høllini. Barna- og ungdómshondbólturin hjá Stjørnuni fer nú av álvara í gongd aftur.

Venjararnir eru klárir, bóltarnir eru pumpaðir, og vit gleða okkum at taka ímóti bæði gomlum og nýggjum leikarum. Í Stjørnuni hava vit lið fyri fleiri aldursbólkar – frá teimum allarminstu í Trille Trolle og upp til G16.

G6 og Trille Trolle byrja í viku 38

Hjá okkum snýr hondbóltur seg ikki bara um úrslit. Børnini skulu hava tað stuttligt, menna seg sum hondbóltsleikarar og gerast partur av einum góðum og tryggum felagsskapi. Vit leggja stóran dent á, at øll skulu kenna seg vælkomin – bæði tey, sum hava spælt leingi, og tey, sum hava hug at royna hondbólt fyri fyrstu ferð.

– Tað er altíð ein serlig løta, tá barna- og ungdómsvenjingarnar byrja aftur. Vit gleða okkum at síggja høllina fulla av spentum børnum, spæligleði og góðum samanhaldi.

Stjørnan bjóðar øllum børnum, sum hava hug at royna hondbólt, hjartaliga vælkomnum. Tað krevst eingin roynd frammanundan – tað týdningarmesta er hugurin at spæla, røra seg og vera saman við øðrum.

Nærri kunning um venjingartíðir og aldursbólkar fæst á Facebook-síðuni hjá Stjørnuni.

Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi hondbóltsár – endiliga fara vit í gongd!