Eg fekk orðið á Jógvan Heinesen fyriskipara av Norð Festivalinum fyrr í dag, og hann sigur, at fyrireikingarnar ganga væl. Hann vónar og væntar, at tá ið morgindagurin er farin afturum, so er tað mesta klárt. Fólk koma eisini norður at góðkenna at alt er í lagi, og skuldi tillagingar verið neyðugar, so er pláss til hetta hósdagin.

Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð Festivalinum
Húsvognaplássini langt síðan útseld
Norð Festivalurin hevur umleið 130 húsvognapláss, og av tí at vit eisini hava fingið loyvi at nýta plenuna til húsvognar, so verða tað umleið 30 -40 fleiri húsvognar í ár enn undanfarin ár. Umframt, so verða eini 10-12 húsvognar staðsettir uttanfyri hjá fólki, sum búgva her, sigur Jógvan Heinesen.

Tjaldingarpláss eru enn tøk
Vit hava eitt stórt tjaldingarøkið, har er ikki fult enn. Fólk kunnu koma og hava tjald við sær, sum tey sjálvi seta upp, men møguleiki er eisini at keypa sær eitt uppsett tjald frá okkum. Tú fert bara inn á atgongumerki.fo, har kanst tú velja at keypa tær eitt uppsett tjald. Prísurin á uppsetta tjaldinum velst um, hvussu stórt tjaldið er, sum tú velur at keypa. Tá ið festivalurin er liðugur, so ger ein sjálvur av, um ein tekur tjaldið við sær ella letur tað liggja eftir. Tey, ið standa eftir, taka vit sjálvi niður.
Hetta er bæði lætt og sera ómakaleyst, leggur Jógvan Heinesen afturat.

Nógv skal ganga upp í eina hægri eind, tá ið man fyrireikar ein festival
Tað er nógv, ið skal ganga upp í eina hægri eind, tá ið ein bygd skal rúma so nógvum fólki, eitt nú parkeringsviðurskifti. Um hetta sigur Jógvan Heinesen fyriskipari, at parkeringsvaktir byrja at halda skil á ferðsluni longu kl. 10 leygarmorgunin. Umráðandi er, at bilar parkera rætt longu frá byrjan av, annars kann hurlivasi standast av ferðsluni. Vit høvdu onkrar avbjóðingar við hesum í fjør, men í ár hava vit fingið fleiri tøk parkeringspláss frá bygdafólki.
Eitt annað, ið er sera umráðandi er, at tað eru góðar wc-umstøður. Jógvan Heinsen sigur, at tey eru í ferð við at seta wc-vognar upp nú, men umframt – so hava vit eisini brúsuvognar til okkara festivalgestir. Kunning um staðseting av brúsuvognum kemur seinni.
Tá ið eg spurdi fyriskiparin, um tað var útselt til Norð Festivalin, segði hann, at sølan av atgongumerkum hevur gingið sera væl, men at tað enn eru nøkur atgongumerki eftir. Møguleiki verður eisini keypa atgongumerki við dyrnar leygardagin, um atgongumerkir framvegis eru eftir tá, sigur Jógvan Heinesen fyriskipari á Norð Festivalinum at enda.

