Í sambandi við at eitt ”neyst” ella framsýningarhús, har Rospiggen II skal standa, verður bygt niðanfyri Vevskúlan, var eg inni á gólvinum á Vevskúlanum í dag.
Har var mikil málageipan inni, og vísti tað seg at vera havnafrúur, sum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at veva, tí her vóru umstøðurnar munandi betri enn í Havn, lótu tær at.
Her var so deiligt, rúmligt og ljóst at vera og annars sera góðar umstøður, søgdu tær við ein munn.
Men tær høvdu eina lærarinnu úr Svøríki, Gunnel Andersson, við sær, sum skuldi hava eitt vev-skeið við teimum 24. – 28. august.
Við til skeiðið var eitt undirvísingarhefti, ið eisini greiddi frá nøvnum á hugtøkum, sum vóru á svenskum, og hvussu hesi itu á føroyskum. Síðani vóru tíggju uppgávur, ið skuldu vevast uppá hesar fimm dagarnar.
Dagurin byrjaði kl. 10 og var liðugur kl. 16. Men um tú helt teg hava nátt ov lítið, kundi tú verða sitandi út á kvøldið.
Havnafrúurnar, sum vóru: Annika í Garði, Ása Hansen, Birgit Mohr, Dagmar í Heiðunum, Guðrun Olsen, Guðrun Mohr, Jacobina Heinesen, Malan Holm, Marin Katrina Frýdal og Unnur Jensen, lótu sera væl at umstøðunum í Klaksvík, og var hetta als ikki fyrsta ferðin, tær høvdu verið her.
Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi við, at kommunan fylti 100 ár hetta árið.
Jú, har var nógv at tosa um og lærarinnu úr Svøríki hesaferð, Gunnel Andersson býr í Skvøde, sum liggur millum Stokholm og Gøteborg. Gunnel visti sjálvandi frá søguni um Ainu Cederblom, og at hon kom úr grannaøkinum, hagani Aina var slektað.
Eitt sindur um Ainu
Aina búið í skergarðinum uttanfyri Stokholm. Báturin bleiv fyri at stytta um leiðina og fyri at vinna tíð, fluttur frá Stokholm til Gøteborg við einum kanalbáti.
Aina legði frá landi í Gøteborg 26. mai 1933. Kom til Føroya umvegis Hetland 15. juni 1933 – Tá hevði hon brúkt 70 tímar úr Hetlandi til Føroya í ringum veðri, har motorurin steðgaði upp fleiri ferðir.
Báturin, ”Rospiggen II” var bert 15 føtur – 4,6 m langur og 1,8 m breiður. Hann hevði ein 7 hestar Archimedes páhangsmotor.
Aina fór til Grønlands við Stellu Mariu, víðari til New Founlands við ætlan um at enda í Amerika. Hon kom í ringt veður og ís, vendi við aftur til Grønlands og fann sluppina, Magicienne úr Vestmanna, sum hon kom heimaftur til Føroya við.
Aina fer aftur til Svøríkis í oktober 1933, eftir at hava fingið grundøki at byggja vevskúlan á frá “Sterka-Jákup”, bóndanum í gerðum.
Hon kom aftur higar við tilfari og vevum fyrst í 1934, var við til at byggja skúlan, hvørs grund Karl Jóhann Høgnesen á Oyri hevði laðað – so væl, at Aina samsýnti honum við kr. 100 meir, enn tey høvdu avtalað.
Aina var alt 1934 her og inni í 1935, har hon undirvísti í veving, áðrenn hon í 1935 fór heimaftur.
Bertil Nordstöm, sum var systkinabarn Ainu, kom við henni úr Svøríki í 1934 at hjálpa henni. Hann var ungur og nýútbúgvin verkfrøðingur. Hann bygdi eitt vatnorkuverk úr ánni, sum rann sunnanfyri skúlan. Við hesum fekk skúlin sína egnu streymveiting. Annars búði hann hjá fastir mínu, Elsu og Niels Abasalonsen her á Biskupsstøð, greiðir Brita Black frá.
Í Klaksvíkar søgu Bind II verður greitt frá, at kommunan samtykti at gjalda 2/5 av kr. 865,-, sum elverkið kostaði. Hetta var el-verkið við Stórá, sum skuldi veita el-megina til vevskúlan.
Restina hevur Aina so fíggjað og skúlan.































