Undirvísingin er nú byrjað aftur á Tónlistaskúlanum aftaná summarferiuna.
Nøkur pláss eru tøk til tvørfloytu, violin og sello. Hósdagin 27. august verður opið hús á Tónlistaskúlanum, har høvi verður at royna hesi ljóðførini.
Øll eru vælkomin, vit vóna at nógv nýta høvið at koma og vitja okkum.

