Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marius Ziska við øðrum staklagi av fimtu studioútgávu síni

Tíðindaskriv

Lagið, ið verður útgivið 28. august, eitur “Don’t Ever Run”. Tað er eitt fangandi indie- popplag í høgum tempo, ið hevur ein myrkan boðskap. Marius Ziska gjørdi lagið og sendi eina demo til Danmarkar, har Roar Amundsen skrivaði tekstin.

“Don’t Ever Run” er ein roynd at fanga kensluna av máttloysi tú kanst kenna, tá ið tú ikki megnar at knýta tað sambandið við eitt annað menniskja, sum tú droymir um og vónar skal koma. Tá ið tú hevur stríðst ov leingi og at enda søkkur til botns í vantandi meining og ikki longur orkar at rætta hondina út, men bert vónar, at hin kemur og bjargar tær.”

Lagið er innspælt og framleitt í Føroyum av Mariusi Ziska og Kristoffer Mørkøre í samstarvi við restina av fasta livebólkinum hjá Mariusi: Heðin Ziska Davidsen, Magnus Johannesen og Jan Rúna Poulsen. Staklagið er ljóðblandað av Kristofferi Mørkøre og mastrað av Heina Ragnarssyni.

Marius Ziska hevur verið ein av teimum best dámdu tónleikarunum í Føroyum seinasta tíggjuáraskeiðið. Hansara serliga gáva at skriva vøkur og melankolsk løg, saman við einari framúr sangrødd og einum sterkum bólki, hevur vunnið honum nógv hjørtu gjøgnum árini.

Marius Ziska hevur spælt á festivalum sum The Great Escape, Iceland Airwaves, By:Larm og SPOT Festival. Hann hevur verið á konsertferð í Týsklandi, Danmark og Noregi og hevur spælt upphiting fyri Eivør kring Evropa. Í 2023 hevði hann tríggjar útseldar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri. Hann hevur vunnið fleiri Faroese Music Awards, og tónleikurin er brúktur í dokumentarum og lýsingum í Danmark, Íslandi og USA, millum annað í sendingini „Anne og Anders i Norden“.

Heimasíða: www.mariusziska.com

Lurtileinki: https://on.soundcloud.com/ng13204zfys6CjfyOK