Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim

Betesda

Sunnukvøldið kl. 18:00 verða Liz og Ragnar Niclasen við á møtinum í Betesda, har sangkórið í Betesda eisini fer at syngja.

Í vikuni lendu Liz og Ragnar í Vágum. Tey verða heima í ein mánað, har nøkur høvi verða at hoyra tey greiða frá tænastuni og bera Guds orð fram á nøkrum møtum komandi vikurnar.

Fyrsta høvið verður í Betesda nú sunnudagin, har sangkórið eisini fer at luttaka á møtinum kl. 18. Kórið er júst byrjað aftur eftir summarferiuna, og hetta er fyrsta møtið, har kórið luttekur.

Ragnar er sonur Elly og Eivind Niclasen, sum búðu í Klaksvík, her Ragnar eisini vaks upp og hevði sína dagligu gongd í samkomuni í Betesda.

Ragnar fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í býnum Waukesha í statinum Wisconsin í USA. Eftir bíbliuskúlan fór hann á trúboðaravenjingarskúla hjá NTM í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er ættað úr Nova Scotia, Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.

Liz og Ragnar eiga tveir synir: Ryan býr nær við Niagara fossin í Kanada, og Craig býr í Birmingham í Onglandi, har hann og konan Claire somuleiðis virka sum trúboðarar.

Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman og fór út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN.

Hjartaliga vælkomin í Betesda sunnudagin.