Góð lívfrøði og góð marknaðarútlit, men hækkandi fóðurkostnaður fyri framman.
Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi 2026 fyri alt Bakkafrost samtakið var 273 milliónir krónur, samanborið við 65 milliónir sama ársfjórðing í fjør. Tøkan í Føroyum var 26.749 tons og 3.145 tons í Skotlandi, í mun til ávikavist 16.020 tons og 7.034 tons sama tíðarskeið í fjør.
Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:
Sum heild eru vit nøgd við framgongdina í rakstrinum í øðrum ársfjórðingi. Laksaprísurin fall munandi meir enn væntað gjøgnum ársfjóðringin. Útboðið gjørdist eisini munandi størri enn væntað. Kortini vaks rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost munandi, serliga vegna høgt føroyskt virksemi.
- Í Føroyum var miðalvektin á tikna fiskinum 5,5 kg, sum er gott. Góða gongdin sást aftur í kostnaðinum á tikna fiskinum, sum var 4% lægri enn í sama ársfjóðringi í fjør. Fiskurin í sjónum er sum heild væl fyri. Vit settu 5,6 milliónir stór góð smolt á sjógv, og fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni.
- Samstundis er støðan á fóðurmarknaðinum óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð. Vit hava tó stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi, sum væntandi røkka fram til annan ársfjórðing 2027.
- Nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu. Við hesum fáa vit størri fleksibilitet í framleiðslu og fóðurblandingum enn áður. Neyðugt verður at gera tillagingar í rávørusamansetingini fyri at verja okkara kappingarstøðu í hesi truplu marknaðarstøðu, tó uttan at slaka upp á góðsku, fiskaheilsu ella fóðurvirði.
- Í Skotlandi var fíggjarliga úrslitið ikki nøktandi. Miðalvektin á tikna fiskinum var 5,2 kg, sum er gott; men lág tøkumongd viðførdi høgan kostnað. Harafturat vóru avbjóðingar í einum aliøki við smolti frá uttanhýsis veitara. Virksemið er nú vaksandi og munandi fleiri smolt eru sett út í ár.
- Umleggingin í Skotlandi heldur fram. Fiskurin í sjónum verður nú stigvíst skiftur út við stór góð smolt frá egnari framleiðslu. Fyrimunirnir av hesum væntast at gerast sjónligari frá 2027 við betri fiskaheilsu, betri vøkstri og lægri lívfrøðiligum váða.
- Hóast óvanliga stóran vøkstur í útboði av laksi var eftirspurningurin góður á flestu marknaðum. Nú útboðsvøksturin væntast at minka, eru útlit fyri meira javnvág á marknaðinum. Vit halda fast við væntaðu tøkuna á umleið 97.000 tonsum í Føroyum og 20.000 tonsum í Skotlandi og halda fram við somu strategisku raðfestingum: góða fiskaheilsu, høgan kostnaðar-effektivitet og at fremja okkara íløguætlan íð tryggjar langtíðar burðardygga virðisskapan.
Roknskapurin fyri annan ársfjórðing 2026 er at finna á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com