Í gjár vitjaði grønlendska kommunan, Qeqqata Kommunia, sum er ein av teimum fimm kommununum í Grønlandi. Í kommununi búgva eitt sindur færri enn 10.000 fólk. Qeqqata Kommunia varð stovnað 1. januar 2009, tá Sisimiut kommuna og Maniitsoq kommuna vórðu lagdar saman.
Í ferðalagnum vóru 14 kommunustýrislimir umframt fólk úr fyrisitingini. Tey vildu fegin hava kunning um føroyska kommunubygnaðin, um fígging av kommununum og um onnur aktuell viðurskifti.
Grønlendska ferðalagið steðgar í Føroyum til sunnudagin.


