Leygardagin 5. september verður FM í tíðarsúkkling hildið í Klaksvík. Kappingin byrjar klokkan 09.00 og verður væntandi liðug umleið klokkan 11.00.
Í sambandi við kappingina verður heitt á bilførarar um at vísa størsta varsemi á vegunum. Kommunan hevur ikki ætlanir um at stongja vegir, men vaktir fara at standa fram við allari rutuni fyri at tryggja eina trygga avgreiðslu av kappingini.
Rutan gongur frá býráðshúsinum, út á Bumshamar, eftir vegnum undir Klakki, út á Norðoyri og síðani aftur til býráðshúsið. Startur og mál eru við býráðshúsið í Klaksvík.
Roynd fram ímóti Oyggjaleikunum
Tað serliga við kappingini er, at hon eisini verður nýtt sum ein roynd fram ímóti Oyggjaleikunum, sum verða hildnir í Føroyum í juli 2027.
Kappingin er skipað sum einkultstartur. Hetta merkir, at súkklararnir ikki koyra í stórum riðlum, men fara ein og ein út á rutuna og gjøgnum býin.
Fyriskipararnir hava gjørt nógv burtur úr trygdini, og dómarar úr Danmark verða við til at tryggja, at kappingin verður hildin sambært galdandi reglum.