Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott samstarv við donsku sjóverjuna

Anna Falkenberg

Stórrakstrarfyrimuninir í ríkisfelagsskapinum koma til sjóndar í hesum døgum, nú eitt danskt sjóverjuskip røkir uppgávurnar fyri Tjaldrið og Brimil.

Danska sjóverjuskipið røkir uppgávurnar fyri Vørn, til Tjaldrið og Brimil aftur verða sett í sigling.

Tíverri eru vit komin í ta óhepnu støðu, at bæði vaktar- og bjargingarskipini hjá okkum liggja vegna umvælingar í løtuni. Politiska skipanin má ásanna, eingin flokkurin undantikin, at ein endurnýggjan av flotanum hjá Fiskiveiðueftirlitinum átti at verið framd fyri langari tíð síðani.

Vit koma ikki uttanum, at nú eru vit í hesi støðu, so má hon má loysast. Tað ivist eg onga løtu í, at tað fer landsstýrið at gera á ein fullgóðan hátt.

Tá ein óheppin støða sum hendan kemur fyri, so hevur tað ovurhondsstóran týdning, at vit eru so tætt knýtt at hvørjum øðrum í ríkisfelagsskapinum, sum vit eru í dag.

Ríkisfelagsskapurin gevur tryggleika, og eg haldi, tað er gott, at vit kunnu hjálpa hvørjum øðrum í einari truplari støðu.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.