Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Heili 23 úr Treysti við í Føroya vakrasta hálvmaraton

Jóhann Lützen

Heili 23 rennarar úr Treysti vóru við í ársins Føroya vakrasta hálvmaraton, sum varð runnið í dag. 17 runnu og 5 gingu.

Treysti hevði tríggir rennarir sum vunnið metal. Jonhard Larsen bleiv nr 2 av superveteranum, Jørmund Foldbo bleiv nr 3 av ultra veteranum og Mona Rasmussen vann gull fyri superveteranar.

Kappingin var samstundis síðsta hálvmaraton í MBM 6 hálvmaraton seriu­ni í 2026, har avbjóðingin er at renna øll seks hálvmaratonini, sum verða hildin í Føroyum í 2026.

Heili fýra rennarar úr Treysti gjøgnumførdu øll seks og hava tí vunnið serstøku medaljuna. Tey eru Erik Løksagarð, Niels Juel Arge, Maria í Króki og Óli á Gravarbø.

Umframt at hava gjøgnumført øll hesi hálvmaraton, hava tey øll vant miðvíst, bæði á felagsvenjingum hjá Treysti og einsamøll. Tað sæst eisini aftur í úrslitunum.

Serliga kunnu vit fegnast um, at Maria í Króki í dag náddi sínum persónliga málið.  Maria hevði sett sær fyri at koma undir 2:00:00, og hon rann á mál við tíðini 1:59:15. Stórt til lukku við flotta úrslitinum! 

Úrslitini hjá øllum Treysti rennarunum eru víst her: