Vit vóru ein túr framvið Christianskirkjuni í dag og hugdu at arbeiðinum at skifta takið. Jóhannes Berthelsen, arbeiðsformaður hjá Articon vísti okkum runt og greiddi okkum frá arbeiðinum higartil.
Nøvn frá 60’unum komu undan gamla takinum
Tá vit tóku niður rendu vit okkum í ymiskt forkunnugt. Arbeiðsmenn tá, fyrst í 1960’árunum” hava til stuttleikar ritað síni nøvn í brettir og panelfjalar, upplýsir Jóhannes.
Ein skal ikki hava hæddarskrekk, tá ein arbeiðir ella vitjar, tí talan er um 8 stallaguhæddir frá sunnaru síðuni av kirkjuni.
Arbeiðið at skifta takið frá innasta lagnum til skifersteinarnar eru ikki færri enn 12 ymisk løg. Tí er lætt at skilja, at hetta ikki er smávegis arbeiði, sigur Jóhannes.
Spurdur, um hvussu tað gongur at halda tíðarætlanina svarar Jóhannes, at hóast onkrir snávingarsteinar hava verið á leiðini, so gongur arbeiði eftir ætlan. Hann metir, at arbeiði er komið á leið hálvvegis.
Stórbært at standa við krossin uppi við norðaru groypingini – Hóast vit vita at Guðs kirkja á fold ikki er bygd av timbri og steinum, so kemst ikki uttanum, at slíkt jarðiskt tilfar skal til fyri at verja kirkjuliðið ímóti harðføra veðrinum her um leiðir.



















