Tá ið lágtrýstið er komið eysturum, leggur ein hátrýstryggur seg yvir okkum við lítlum vindi í morgin og bert onkrum æli. Góða veðrið heldur sær bara til seint sunnumorgunin. So er tað næsta lágtrýstið yvir okkum við vindi og regni.
Byrja vit við veðrinum í morgun, so hevur hann ligið av landsynningi, 3 til 8 m/s. Tað hevur verið samdrigið og ælaveður, í støðum mjørki.
Seinnapartin fer hann at mala av ymsum ættum, og vindferðin fer niður um 5 m/s. Enn samdrigið og ælaveður, sum tað var í morgun. Seint seinnapartin fer hann at koma av útnyrðingi, og vindurin fer at veksa upp í 3 til 8 m/s aftur, í støðum upp í 10 m/s. Skýloftið og avfallið óbroytt – og hetta veðrið heldur sær til í morgin ári. Hitin í dag 8 til 13 stig.
Fyrrapartin í morgin fer hann út útnyrðingi niður í vestan. Vindferðin í morgin 3 til 8 m/s, men onkra løtu 5 til 10 m/s. Samdrigið skýloft fyrrapartin og seinnapartin við onkrum æli í støðum. Í annaðkvøld gongur hann niður í útsynning og sunnunáttina niður í sunnan, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í morgin 7 til 12 stig.
Sunnumorgun gongur hann eysturum til landsynning og veksur vindin so við og við upp í 8 til 13 m/s, meðan tað er samdrigið og regn. Út á seinnapartin gongur hann niður í sunnan, og um kvøldið slítur í. Hitin 8 til 13 stig.
Gott vikuskifti.
