Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lættari hjá føroyingum at fáa sín heilivág til Danmarkar

Heilsu- og orkumálaráðið

Føroyingar, sum uppihalda sær í Danmark, kunnu nú fáa heilivág sendandi úr Føroyum til egna nýtslu. Eisini ber til at hava heilivág við sær til Danmarkar við flogfari ella skipi uttan avmarkingina á tríggjar mánaðir.

Broytingin hevur serliga týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið, eitt nú í sambandi við viðgerð. Um tørvur er á meira heilivági undir uppihaldinum, kunnu tey nú fáa heilivágin sendandi úr Føroyum. Hetta ger tað einfaldari og smidligari hjá sjúklingum og avvarðandi at tryggja, at sjúklingurin hevur tann heilivág, honum tørvar.

– Eg fegnist um, at henda markaforðingin í ríkisfelagsskapinum er loyst. Broytingin hevur stóran týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum uppihalda sær í Danmark. Nú verður tað einfaldari at fáa neyðturvuligan heilivág, til egna nýtslu, úr Føroyum til Danmarka, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Nýggju donsku reglurnar komu í gildi 1. januar 2026.

Serligar avmarkingar eru framvegis galdandi fyri rúsandi og antibiotiskan heilivág. Í ávísum førum krevst loyvi frá danska heilivágsmyndugleikanum, Lægemiddelstyrelsen.

Ítrottur

Nýggja venjaratoymið hevur tikið yvir

Saman við Fróða Benjaminsen eru tað okkara Atli Danielsen og Rógvi Jacobsen, sum nú taka yvir okkara Meistardeild lið Vit…

Samráðingarnar á kommunala sáttmálaøkinum halda fram

Sáttmálarnir, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur við Starvsfelagið og Heilsurøktarafelagið fara úr gildi tann 1. oktober 2026. Partarnir hittust í farnu…

Tíðindaskriv

Lættari hjá føroyingum at fáa sín heilivág til Danmarkar

Føroyingar, sum uppihalda sær í Danmark, kunnu nú fáa heilivág sendandi úr Føroyum til egna nýtslu. Eisini ber til at hava heilivág við sær til Danmarkar við flogfari ella skipi uttan avmarkingina á tríggjar mánaðir. Broytingin hevur serliga týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið, eitt nú í sambandi við viðgerð. Um tørvur er á meira heilivági undir uppihaldinum, kunnu tey nú fáa heilivágin sendandi úr Føroyum. Hetta ger tað einfaldari og smidligari hjá sjúklingum og avvarðandi at tryggja, at sjúklingurin hevur tann heilivág, honum tørvar. – Eg fegnist um, at henda markaforðingin í ríkisfelagsskapinum er loyst. Broytingin hevur stóran týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum uppihalda sær í Danmark. Nú verður tað einfaldari at fáa neyðturvuligan heilivág, til egna nýtslu, úr Føroyum til Danmarka, sigur…

Tíðindi

Nú verður vegurin við Kornvatn breiðkaður

Í fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur, sambært einum tilboði frá Falkon, til at breiðka vegin á…