Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rune Nørregaard verður nýggjur stjóri í LÍV

Tíðindaskriv

Nevndirnar í P/F Tryggingarfelagnum LÍV og P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag hava sett Rune

Nørregaard sum nýggjan stjóra fyri LÍV-samtakið. Í sambandi við setanina hevur Annbritt

Tummasdóttir Andersen frá Momentum Consulting verið uttanhýsisráðgevi hjá nevndunum og staðið

fyri setanar- og metingartilgongdini. Rune tekur við starvinum eftir nærri avtalu.

Sum stjóri fer Rune Nørregaard at standa á odda fyri at menna LÍV við serligum denti á at styrkja

raksturin, skapa góð og støðug úrslit og seta eina greiða, strategiska kós fyri samtakið.

– Rune hevur drúgvar leiðsluroyndir og holla vitan um banka-, tryggingar- og eftirlønarøkið. Eg kenni

hann sum ein sera dugnaligan og úrslitagóðan leiðara, ið megnar at sameina strategiskt yvirlit við

tryggan rakstur og greiða leiðslu. Hann kennir føroyska samfelagið og vinnulívið væl, og nevndirnar

eru sannførdar um, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri at menna LÍV framhaldandi,

sigur Árni H. Ellefsen, nevndarformaður í P/F Tryggingarfelagnum LÍV.

Rune Nørregaard hevur meira enn 15 ára royndir úr fíggjar- og tryggingarvinnuni í Danmark,

Føroyum og hinum Norðurlondunum. Hann er í dag bankastjóri og rakstrarstjóri (COO) í

kompasbank, har ið hann saman við stovnaranum situr í stjórnini og hevur ábyrgd av eitt nú rakstri,

sølu og kreditti.

Áðrenn hann fór til kompasbank, arbeiddi Rune Nørregaard í 13 ár í Føroya Banka-samtakinum. Í 12

av hesum árunum sat hann í samtaksleiðsluni sum eitt nú kredittstjóri og fíggjarstjóri. Hann hevði

ábyrgd av fíggjar- og greiningarøkinum, ‘treasury’, kreditti, kt og fleiri týðandi rakstrar- og

stuðulsfunktiónum.

Í sambandi við føroysku eftirlønarnýskipanina hevði Rune Nørregaard ábyrgdina av at stovna

lívstryggingarfelagið NordikLív, og var hann fyrsti stjórin í felagnum. Hann hevur eisini

nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og Vörður og hevur áður verið góðkendur til at leiða

bæði lívs- og skaðatryggingarfeløg.

Rune Nørregaard er útbúgvin løgfrøðingur, cand.jur., frá Aarhus Universiteti og hevur harafturat eina

Global Executive MBA frá IE Business School. Hann hevur eisini tikið nevndarútbúgvingina fyri

nevndarlimir í tryggingar- og eftirlønarfeløgum á Forsikringsakademiet. Umframt tað hevur hann

arbeitt sum senior legal advisor hjá Danske Bank og sum advokatur hjá Bech-Bruun.

– LÍV umsitur ein stóran part av eftirlønaruppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hevur tí

eina serliga ábyrgd mótvegis kundum, eigarum og føroyska samfelagnum. Eg gleði meg til at verða

partur av LÍV og – saman við nevndini, leiðsluni og starvsfólkunum – at styrkja raksturin og byggja

eitt enn sterkari og meira framtíðartryggjað felag. Hetta er ein uppgáva, sum eg fari undir við virðing,

ábyrgdarkenslu og eldhuga, sigur Rune Nørregaard.