Í vikuni kemur danska kórið Jysk Akademisk Kor úr Aarhus til Føroya, her tey fara at hava tríggjar kirkjukonsertir um vikuskiftið. Tann fyrsta verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkjuni. Allar konsertirnar verða kl. 19.30.
Á skránni eru ymiskir komponistar, her ímillum Carl
Nielsen, Vagn Holmboe, H.J.Højgaard, J.Waagstein, Kári Bæk og Sunnleif
Rasmussen.
Hetta er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum og sum syngur á høgum støði
og støðugt mennir seg tónleikaliga, Við eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna
hvønn annan rættiliga væl.
Seinastu árini hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum Nils Benedikt Meier,
sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025.
Saman við honum hevur kórið framført nýskrivaðan tónleik av Morten Stenholt Rasmussen, Ea Wim
og Archie John. Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem
og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum.
Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum
annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig bæði í Leipzig og
Aarhus, og í Føroyum gleða tey seg til at møta kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á
Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við..
