Nýggja KG Hotel hevur givið býnum munandi betri møguleikar at hýsa størri fundum og ráðstevnum, og hetta sæst í verki hesar dagarnar.
Seinastu dagarnar hava verið fleiri fundir í Klaksvík. Føroyar eru saman við Danmark formansland í norðurlendska samstarvinum og í tí sambandi hevur ein nevnd, rópt EK-R hildið fund í Klaksvík. EK-R fæst við ymisk regionalpolitisk mál, herundir økismenning. Partur av fundinum hjá norðurlendsku nevndini var vitjan á eitt nú spinnarínum og Húsinum, vitjanir sum rættiliga hugtóku tey norðurlendsku vitjandi.
NORA hevur um vikuskiftið verið vertur fyri stórari norðurlendskari ungdómsráðstevnu, sum var í Vági, luttakarar á hesi ráðstevnuni greiddu frá ráðstevnuni og niðurstøðunum frá henni á fundinum í Klaksvik.
Norðurlendski fundurin endaði við døgurða, sum var á Kokkaskúlanum í Klaksvík, har kokkanæmingar og luttakarar í stóru kokkakappingini Arctic Young Chef, sum var í Klaksvík á Sjómannadegnum, borðreiddu fyri útlendsku gestunum.
Økismenning var eisini í miðdeplinum, tá ið ES-skipanin Northern Periphery and Arctic Programme, NPA, sum Føroyar eru limir í og sum Føroyar hava leiðsluna av, helt fund í Klaksvík í dag og í gjár. Umleið 70 fólk úr fleiri ymsum londum, teirra millum Írlandi, Íslandi, Finnlandi og Svøriki, vóru við á fundinum Talið av luttakarum var so stórt, at Hotel KG varð fullsett í sambandi við tiltakið.
Í samband við stóra NPA-fundin var skipað fyri móttøku í nýggja og stásiliga róðrarneystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Tað var býráðið, sum var vertur fyri móttøkuni og umboð fyri Klaksvíkar kommunu greiddu frá húsinum, virkseminum og vakra listaverkinum hjá Edwardi Fuglø.
Kirsti Mijnhijmer, stjóri á Northern Periphery and Arctic Programme fegnast um, at tey kundu vera við til at skipa fyri størsta altjóða fundinum í Klaksvík higartil.
Tað er NORA – Norrønt Atlantsamstarv, sum vegna Føroya Landsstýri, hevur staðið fyri fundunum báðum.



