Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Posthús-kaféin letur upp í dag

Jóhann Lützen

Í dag, 17. september, letur Posthús-kaféin í Varpinum upp.

Kaféin verður opin hvønn dag frá klokkan 16 til 21, tó verður stongt mánadagar.

Á skránni verður millum annað kaffi, kaka og heit suppa, og við nýggju kaféini verður enn meira lív í gamla posthúsinum og Varpinum.

– Vit gleða okkum at síggja tykkum, verður sagt úr Varpinum.

Posthús-kaféin letur upp í dag klokkan 16.