Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom og hoyr Sissal V. Erenbjerg greiða frá Havsins talgildi tvíburi, Vísindavøka 2026

Tíðindaskriv

Havsins talgildi tvíburi er heitið á framløgu hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg, telduhavfrøðingur, PhD, mánakvøldið 21. september kl. 19.00 í Miðlatún í Vági.

Havsins talgildi tvíburi er ein roynd at gera eina talgilda ímyndan av havinum, har tvørfakligar mátingar, eygleiðingar, satelitt-dátur, havmyndladátur kunna savnast og gerast lættari at nýta og skilja. Ein slík skipan kann millum annað nýtast til at myndla streym, hita, føðsluevni, dálking og veðurlagsbroytingar. Hon kann sostatt geva granskarum, myndugleikum og øðrum eitt betri grundarlag fyri at skipa gransking, gera forsagnir og taka avgerðir. Høvuðsendamálið er at stytta leiðina ímillum granskarar á tí einu síðuni og umsiting, undirvísing, brúkarum, til dømis vinnuni, áhugabólkum og vanliga fólkið á hinu síðuni.

Framløgan er partur av ’Vísindavøka á ferð’. Skráin mánakvøldið 21. september 2026, kl. 19.00 í Miðlatún í Vági er henda:

  • Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur?
    Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið 
  • Havsins talgildi tvíburi
    Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum
  • Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855
    Sámal Tróndur Finsson Johansen, Tjóðskjalasavnið

Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør, og tiltakið er ókeypis.

Tú kanst eisini hoyra framløguna hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg í Kongshøll fríggjadagin 25. september 2026 frá kl. 10.40, í samband við ráðstevnuna Vísindavøka 2026.

Skráin fyri tiltakið ’Vísindavøka á ferð 2026’, ið ferðast kring landið í døgunum 14. til 23. september 2026 sæst her

Skráin fyri ráðstevnuna ’Vísindavøka 2026’, ið verður í Kongshøll tann 25. september 2026 sæst her

Um tiltakið ‘Vísindavøka á ferð 2026’

Vísindavøkan fer á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 14. til 23. september. Talan verður um fimm tiltøk við sama leisti, í Runavík, Klaksvík, Sørvági, á Sandi og í Vági. Á hvørjum tiltaki verðar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.

Skráin fyri tiltakið ’Vísindavøka á ferð 2026’, ið ferðast kring landið í døgunum 14. til 23. september 2026 sæst her

Um tiltakið ’Vísindavøkan 2026’

Vísindavøkan 2026, tann 19. í røðini, verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn tann 25. september. 20 stuttar framløgur verða í Kongshøll á 4. hædd frá kl. 8.30 til kl. 15.00. Her verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa gransking og nýskapan, úrslit og nyttuvirði av hesum fyri fólk í Føroyum.

Á Svalanum á 2. hædd og uttanfyri verða tiltøk fyri stór børn, ung og vaksin. Umboð frá stovnum og feløgum fara at hava samvirkin tiltøk og kappingar á básum. Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. og Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Skráin fyri ráðstevnuna ’Vísindavøka 2026’, ið verður í Kongshøll tann 25. september 2026 sæst her

Vísindavøka skal kveikja áhuga fyri vitan

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking, menning og nýskapan og fyri granskingargrundaðari vitan í samfelagnum.

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingar- og menningarheimin.

Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og onnur vitanarstarvsfólk síggja og hoyra, hvat tey arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.