Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upphiting til steypafinalurnar í glasstovuni í morgin kl. 15.30

Fríggjadagin (í morgin) 18. september hita vit upp til ársins steypafinalur hjá KÍ kvinnum, U13 gentum og U13 dreingjum, sum vera leygardagin – og vit vóna at síggja nógv kongablátt fólk til ein hugnaligan seinnapart saman.

Seinni um kvøldið tekur Meistaradeildin hjá monnum ímóti Skála í Klaksvík.

Á skránni er okkurt til bæði stór og smá:

Kl. 15.30–17.00 – Fótbóltskort og autografar

Finn fótbóltskortini fram og tak tey við! Børnini kunnu býta kort sínámillum, og leikarar frá bæði KÍ kvinnum og monnum koma framvið at heilsa upp á og skriva autografar.

Kl. 16.00 – Vit heiðra U16-genturnar

U16-genturnar vunnu steypakappingina seinasta fríggjadag, og tað skulu vit sjálvandi hátíðarhalda!

Kl. 16.30–17.30 – Okkurt gott til góman

Vit bjóða pylsubreyð og Sunkist til børnini, meðan tey vaksnu kunnu fáa sær ein kaffimunn og okkurt søtt afturvið.

Kl. 18.30 – KÍ–Skála

Síðani verður farið til dyst, tá Meistaradeildin hjá monnum tekur ímóti Skála.

Finn kongabláu klæðini fram, tak børnini, familjuna og KÍ-vinirnar undir armin og kom við til ein hugnaligan KÍ-seinnapart við Djúpumýru, har vit hita upp til steypafinalurnar saman.

Vit síggjast fríggjadagin!

KOYR Á KÍ!