Amarant
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin á fundi við Marco Rubio og sameindu arktisku uttanríkisráðharrarnar

Uttanríkis- og fiskimálaráðið

Í gjár luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, á fundi saman við sameindu arktisku uttanríkisráðharrunum úr USA, Kanada, Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Grønlandi og Finnlandi. USA var vertur fyri fundinum, sum varð hildin í New York.

Á fundinum vórðu trygdar- og verjupolitiskar NATO-raðfestingar á norðurleiðum umrøddar. Landsstýrismaðurin vísti á, at við okkara strategisku staðseting fylgir ein ábyrgd at vera við til at styrkja okkara felags trygd. Tí virka Føroyar fyri og taka lut í átøkum, sum stuðla undir raðfestingum hjá NATO um okkara leiðir.

Amarant