Amarant
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Casa Møblar letur upp nýtt framsýningarhøli í Klaksvík

Jóhann Lützen

Casa Møblar hevur fingið nýtt framsýningarhøli á Nólsoyar Pálsgøtu 2 í Klaksvík. Endamálið er at geva kundum møguleika at síggja og royna eitt breitt úrval av møblum og designloysnum til bæði heim og vinnu.

Við nýggja framsýningarhølinum ynskir Casa Møblar at skapa eitt stað, har kundar kunnu fáa íblástur og persónliga ráðgeving til innrætting og møblaval.

Týsdagin 22. september verður møblaserfrøðingur til staðar í framsýningarhølinum. Tá verður høvi hjá bæði privat- og vinnukundum at koma inn á gólvið, síggja ymiskar møblar og fáa ráðgeving um, hvat hóskar best til teirra tørv.

– Vit hava leingi ynskt okkum eitt stað í Klaksvík, har kundin kann koma inn og fáa eina betri fatan av møblunum, tilfari, litum og teimum ymisku møguleikunum. Tað er nógv lættari at taka støðu til innrætting, tá tú kanst síggja og kenna vøruna og samstundis fáa ráðgeving um hvat kann skaffast, sigur Jógvan H. Jacobsen, stjóri í Casa Møblar.

Framsýningarhølið fer at hava skiftandi úrval av møblum og designi og skal eisini virka sum eitt stað, har kundar kunnu fáa hjálp til størri innrættingarverkætlanir.

– Vit hava longu leverað innbúgv til eitt nú Rótina, nýggja dagstovnin á Viðareiði, Gamlagarð í Svínoy og fleiri smærri og størri verkætlanir kring landið bæði til tað almenna og vinnuna, sigur Jógvan H. Jacbosen.

Í sambandi við, at nýggja framsýningarhølið er latið upp, hevur Casa Møblar 20% avsláttur allan september.

Týsdagin 22. september eru øll hjartaliga vælkomin inn á Nólsoyar Pálsgøtu 2 til íblástur, ráðgeving, kaffi og eitt gott prát um møblar og innrætting.

Amarant