Landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja munagóð átøk til tess at fyribyrgja og tálma misnýtslu av rúsevnum.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 er játtan sett av til tolleftirlit, SSP samstarv og upplýsing og kunning um rúsevni.
Ítøkiliga er talan um at raðfesta ein nýggjan tollara um árið í 3 ár, at styrkja SSP-samstarvið – og seta pening av til upplýsingartilfar.
Løgmaður, Beinir Johannesen, sigur soleiðis í viðmerking:
– Í ólavsøkurøðuni var ein partur settur av at varpa ljós á, at vit eiga øll ábyrgd at fremja átøk at basa og fyribyrgja rúsevnamisnýtslu. Eg eri fegin um, at fíggjarlógin endurspeglar hetta, og tað er ein góð byrjan.
– Men vit vita samstundis, at tað skal meira til, og vit øll mugu standa saman um átøk á hesum økinum. Við øðrum orðum: Tað finst ikki eitt quick fix, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.