Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjóri til Sjónám

 

Starvið sum stjóri á Sjónámi er leyst at søkja. Stjórin skal kenna og hava áhuga í maritima útbúgvingarøkinum og skal hava førleikar at menna og føra Sjónám inn í framtíðina.

Stjórin hevur ovastu leiðsluábyrgdina av øllum virkseminum á skúlanum og hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum reglum. Ætlanin er at økja um samstarvið millum maritimu

skúlarnar í Føroyum, og nýggi stjórin kemur at viðvirka í einari tilgongd, har størri samstarv um útbúgvingar, skeið o.a. verður millum skúlarnar.

 

Høvuðsuppgávur eru, at:

• hava fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og umsitingarligu leiðsluna í skúlanum

• tryggja skynsaman rakstur, og at fíggjarætlanin verður hildin

• viðvirka til at fremja samstarv millum maritimu skúlarnar í Føroyum

• samstarva við myndugleikar o.o. í mun til virksemi skúlans

• menna útbúgvingarnar á skúlanum, so tær alsamt lúka framtíðar- og altjóða krøv

• kunna um útbúgvingar og skeiðsvirksemi á skúlanum

• hava ábyrgd av og umsita góðskuskipanina

• undirvísa parttíð innan maritimar útbúgvingar og skeiðsvirksemi

 

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal:

• hava góð leiðslu- og samstarvsevni, ið kunnu menna eitt fakligt og virkið umhvørvi

• hava vilja og evni at royna nýggjar leiðir og vera broytingarsinnaður

• hava góðar førleikar til sjálvstøðugt arbeiði

• hava undirvísingarførleika til skiparaútbúgvingina, t.v.s. vera skipsførari, hava tvey ára starvsroyndir sum skipsførari og antin hava lokið ella fara undir bachelorútbúgving innan ávíst tíðarskeið, tað veri seg innan leiðslu, búskap ella annað

Tað kann vera ein fyrimunur um tann, sum settur verður, hevur viðkomandi leiðslu- og fyrisitingarroyndir.

Ynskiligt er, at viðkomandi hevur ella tekur námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagi trý ár eftir setan.

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið er lønt eftir 35. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 54.554,46 um mánaðin umframt eftirløn.

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið, og skal harumframt tola broytingar í starvsviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarligar broytingar á økinum. Setanartreytir annars verða ásettar í starvssáttmála.

Umsókn

Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til: uvs@uvs.fo

ella til:

 

Undirvísingarstýrið

Hoyvíksvegur 72

Postsmoga 9

FO-110 Tórshavn

 

Umsóknin skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 30. oktober 2026. Starvið verður sett frá 1. januar 2027. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum á tlf. 555045 ella við telduposti hjalmar@uvs.fo

 

Sjónám er útbúgvingarstovnur, sum fevnir um útbúgvingar av manning á skipum, millum annað útbúgving av skiparum, skipsatstøðingum og dekkarum. Skúlin hevur harumframt eina skeiðsdeild, sum skipar fyri ymiskum

skeiðum, sambært STCW sáttmálanum. Sí heimasíðu skúlans www.sjonam.fo