Dámar tær at putlast, men eisini at rokast av og á? Heldur tú at fiskiskapur ella lívið í sjónum eru áhugaverd? Nú er eitt fjølbroytt starv sum biologassistentur leyst at søkja á Tilfeingisdeildini hjá okkum.
Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Kjarnuvirksemið á Tilfeingisdeildini á Havstovuni er at fylgja við gongdini í fiskastovnum, sum føroyska samfelagið hevur áhuga í. Á deildini starvast 17 fólk við ymsari bakgrund og arbeiðsuppgávum – bæði frøðingar og biologassistentar.
Biologassistentarnir á Havstovuni røkja nógv ymisk arbeiði – alt frá lívligari prøvatøku til stillisliga aldurslesing og mennandi toymisuppgávur. Í stóran mun er talan um afturvendandi uppgávur ár um ár.
Ongin beinleiðis treyt er til útbúgving. Tó eru starvsstovuroyndir, royndir til sjós, styttri útbúgving innan lívfrøði ella tilfeingi – ella bert áhugi fyri havlívfrøði góður førningur til starvið sum biologassistentur.
Góð evni at samstarva er ein fortreyt í okkara granskingarumhvørvi við nógvum ymiskum virksemi og fakbólkum.
Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 9. november 2026 kl. 12.
Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.
Nú ber til at síggja samrøðuna, sum vit høvdu við 83 ára gamla Jóan Petur Klein sum part av sjómannadagsskránni….
Leygardagin 17. oktober verður høvi at fáa dekkini skift hjá Reyni Service í Klaksvík. Opið verður frá klokkan 9 til…
Boðað er frá ringum veðri mikudagin – stormi og regni. Hvat siga forsagnirnar, og hvussu fer veðrið at vera her…