Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Filmur um bumbingina av Klaksvík frumsýndur í Varpinum

Jóhann Lützen

Nýggi dokumentarurin „Tá týskurin bumbaði Klaksvík“ verður frumsýndur í Varpinum týskvøldið 20. oktober klokkan 19.30. Atgongdin er ókeypis.

Í oktober eru 85 ár liðin, síðani týsk flogfør tríggjar ferðir bumbaðu Klaksvík. Nú verða hendingarnar lýstar í einum nýggjum dokumentari, sum John Willim Joensen og Kári Sólstein hava lagt til rættis.

Í filminum greiða fólk, sum vóru børn undir krígnum, frá ræðsluni og upplivingunum, tá býurin varð álopin.

Fyrsta álopið var 10. oktober 1941, tá eitt týskt flogfar kom undan Klakkinum og slepti bumbum móti skipunum við Langukaj. Sluppin Fugloy varð rakt og sakk. Dagin eftir varð norski línubáturin Silva raktur.

Triðja álopið var 26. oktober, tá bumbur brustu millum húsini niðri í Vági. Fimm hús fingu stóran skaða, og umleið 35 onnur fingu eisini skaða. Eingin fólkaskaði var í hesum álopunum, skrivar Kringvarpið.

Ólavur Wolles og Hans Petur Hansen hava staðið fyri upptøkunum. Eftir frumsýningina í Varpinum verður dokumentarurin sýndur í sjónvarpinum hóskvøldið 22. oktober.