Heilsutrygd hevur lýst sjey kommunulæknastørv leys at søkja kring landið. Tvey av størvunum eru á Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík. Umsóknarfreistin er 1. november.
Í Heilsuøki 1, sum fevnir um Norðoyggjar og Fuglafjørð, eru trý kommunulæknastørv leys. Tvey teirra eru í Klaksvík, meðan tað triðja vanliga skal røkjast í Fuglafirði og Gøtu.
Á Læknamiðstøðini við Sandin eru tað viðtala 3 og viðtala 4, sum skulu hava nýggjar kommunulæknar. Ávikavist 1.460 og 1.210 borgarar eru knýttir at hesum viðtalunum.
Í Heilsuøki 1 búgva umleið 10.500 borgarar, og í løtuni eru fýra fastsettir kommunulæknar í økinum.
Hini fýra størvini, sum Heilsutrygd lýsir leys, eru í Vestmanna, Miðvági og á Tvøroyri, har tvey størv eru leys.
Møguleiki fyri niðursettari tíð
Heilsutrygd leggur upp til størri smidleika í kommunulæknaskipanini. Fleiri læknar kunnu søkja saman og býta eina viðtalu sínámillum. Hetta gevur møguleika fyri niðursettari arbeiðstíð og lægri arbeiðsbyrðu.
Umsøkjarar skulu hava serlæknagóðkenning í almennum medisini ella vænta at fáa hana í næstum.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. november 2026.
