Eingin bussur av farstøðini í Havn kemur nóg tíðliga til flogvøllin til flogferðina klokkan 8.20. Tað vísir Súsanna Bertholdsen á í fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum.
Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir § 52a um samskipanina millum bussar, ferjur og flogferðsluna hjá Atlantic Airways.
Hon vil vita, hvussu ferðaætlanirnar hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar, og um regluligt og skipað samstarv er millum SSL og Atlantic Airways.
Í viðmerkingunum leggur hon dent á, at brúkarin upplivir ferðina sum eina heild, hóast fleiri flutningsfør og stovnar eru partur av henni. Byrjar ferðin við bussi, heldur fram við ferju og síðani við bussi til flogvøllin, eiga sambondini at hanga saman.
Sum dømi nevnir hon, at eingin bussur av farstøðini í Havn kemur til Vága Floghavn í nóg góðari tíð til føstu og nógv brúktu flogferðina klokkan 8.20.
Súsanna Bertholdsen ásannar, at ferðaætlanirnar ikki kunnu hóska til allar flogferðir. Hon heldur tó, at betri samskipan kann gera tað møguligt hjá fleiri at brúka almenna ferðasambandið allan vegin.
Landsstýrismaðurin verður tí eisini spurdur, hvørji stig hann ætlar at taka fyri at bøta um samskipanina, og nær tey verða tikin.
