Tá Barcelona og Ajax spældu í Champions League í kvøld, løgdu nógvir føroyingar til merkis, at teir sóu bæði Merkið og ein persón í KÍ blusu við eyðkenda ”V” á, tá Neymar hevði lagt Barcelona á odda 1-0 og myndirnar vístu á glaðar Barcelona fjepparar.
Og tey sóu rætt, tí til dystin í kvøld á Camp Nou vóru klaksvíkingarnir Jákup Eydnugarð, Jóna Eydnugarð, Joan Baldvinsson og Finn Baldvinsson, hava vit fingið upplýst. Tað høvdu Merkið við sær og Finn Baldvinsson gjørdi ikki mætari enn at fara til dyst í KÍ blusu. Og júst hendan blusan fangar eyguni millum teir mongu Barcelona fjeppararnir á myndini.
Barcelona vann dystin 3-1.




