Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á fjalli í góðveðri

Jákup Ósá

Í fleiri hagapørtum eru teir á fjalli í dag.

Tað er gott heystarveður í dag. Fyrr í morgun lósu vit at teir m.a. eru á fjalli í Nakkinum og inni í Vík, sum er á Viðoynni. Á Borðoynni eru teir á fjalli í trimum av stóru hagapørtunum í góðveðrinum í dag: Í Líðini, sum m.a. umfatar Borðoyanes, fyri heiman í gerðum og á Skálatoftum. Myndirnar eru tiknar í morgun m.a. frá hesum hagapørtum og so onkrar tilvildarligar myndir av seyði aðrastaðni. Serliga á Skálatoftum er nærmast summarveður í dag.