Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á fjalli í Krossdali

Norðlýsið

Áseyðaroyting 2014: Týsdagin vóru teir á fjalli í Krossdali, sum liggur millum Norðdepil og Múla.

Sum skilst gekk væl at reka hendan dagin og líkindini vóru av teimum bestu, sum myndirnar eisini vísa. Tað vóru 10 fjallmenn hendan dagin. Sagt verður, at bæði ær og lomb vóru væl fyri í mun til árstíðina. Í Krossdali er alt kenning, sum vit kalla tað. Tá er alt ogn. Í haganum ganga gott 100 áseyðir. Røktingarmaður er Kári Joensen. Allar myndirnar niðanfyri eru frá fjalldegnum í Krossdali.

24 ær og 26 lomb í Akursmørk

Í gjárkvøldið vóru teir á fjalli í Akursmørk, sum hoyrir til Klaksvík. Jóannes Bólstein er ein, sum hjálpir eigaranum Heina Waag í hagapartinum í Akursmørk. Hann sigur, at tað gekk skjótt og væl.

– Menn fóru avstað kl. 17.00 og kl. 20.30 var alt – rakstur, royting og hagreiðing – liðugt. Tað vóru 24 ær inni og 26 lomb. Ær lombini sóu gott út, meðan tað altíð vil vera okkurt smátt uppií, tá vit tosa um tvílembulomb ella gjólingslomb, sigur Jóannes Bólstein í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

Norðlýsið ynskir at fáa myndir sendandi frá áseyðaroytingini frá hagapørtum, har nakrar myndir vera tiknar. Send tær til info@nordlysid.fo