Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á fjalli Yviri í Skorum

Guttorm Sørensen

Leygardagin vóru Hvannasundsmenn á fjalli Yviri í Skorum, har Andrias Nýggjagarð er bóndi. Hetta varð ein góður fjalldagur. Veðrið var av tí besta og alt gekk væl. 

Tá menn eru á fjalli Yviri í Skorum, er tað bátur, sum førir fjallfólkið yvir á Áardalshellu, har farið verður uppá land. Har fara seyður og fjallfólkið umborð aftur tá farið verður heimaftur.

Húsið og rættin standa nakað niðanfrá helluni. Í gomlum døgum bleiv seyðurin borin oman á helluna, men seinnu árini er seyðurin førdur oman við rennistrongi ella leiddur oman. Sum nakað nýtt í ár, so varð hegn uppsett og seyðuin, sum skuldi takast við heim, bleiv so rikin oman á helluna, har ein rætt bleiv uppsett til endamálið. Tað gekk væl og menn vóru samdir um, at hetta var ein góð og væl lættari háttur, í mun til frammanundan, at fáa seyðin oman á helluna.

– Í ár blivu 75 seyðir tiknir við til hús og er hetta eitt nøktandi tal, sigur Andrias Nýggjagarð. Vit hava flett nøkur lomb í dag, og vektin er væl yvir miðal, so eg eri væl nøgdur við skurðin, sigur Andrias Nýggjagarð at enda.

Myndirnar hevur Guttorm Sørensen tikið.