Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á Heldarskarði ídag

Oliver Joensen

Við Heldarskarð, sóu vit ein grótgarð, ið helst var ætlaður sum mark ímillum Barm og Oyrahaga.

Í morgun fóru vit báðir, eg og Jørgin Ellingsgaard ein gongutúr burtur í haga. Vit byrjaðu við einum kaffimunni uppi á bakarínum hjá Jórun ímorgun um 9 tíðuna og so út á Núp, har vit settu bilin og fóru síðani til gongu eystureftir.

Veðrið var av tí allar fagrasta. Sum okkum líkt, so gekk leiðin eystur í Skúvadalshúsið, har vit skrivaðu í dagbókina. Harmuligt, at húsið ikki verður hildið ídag, men hóast tað, so skal sigast, at betur sá út inni í húsinum enn seinast vit vóru har. Liðnir at skriva í gestabókina har, gjørdu vit av at fara norður eftir fallinum á Heldarskarð.

Eg hevði eitt lítið lummakamera við mær og kundi sjálvandi ikki lata vera at taka nakrar myndir í góðveðrinum. Suðureftir síggjast Skálhøvdi, Lítla Dímun og Suðuroyggin á onkrari myns. Kapilin, Nósoyggin og annað á aðrari og ikki minst Borðoyarnes, Mjóvanes, Nevið, og Eystnes. Lýsið var so vakurt, at tað áttið at verið nakað fyri skagenmálarnar at spælt sær við sartu pastelllitunum. – Ein vakurleikið í myndatól mítt als ikki megnaði at endurgeva, men tað gjørdi tó eina roynd.

Komnir hálvan vegin, hittu vit Hans Josephsen, ið júst var komin um Heldarskarð, og sum nú hevði beina kós í skúvadal. Vit spurdu hann um harur. Hann hevði bert sæð eina. Vit hinvegin høvdu onga sæð, hóast vit høvdu gingið um Torvadal, eftir Breiðhjalla og niðan Skúvaldal og nú hálvan vegin á Heldarskarð. Hans segði okkum, at hann hevði møtt øðrum manni, ið fór oman Heldarskarð beint undan okkum.

Ná, men vit hildu so á. Komnir nærindis Heldarskarði, gingu vit okkum á ein lagaðan garð. At fregnast eitt sindur um staðið har vit stóðu, ringdu vit til Victor Dánjalson, ið eigur mangt sporið her. Millum annað greiddi hann okkum frá, at garðurin vit stóðu við, hevði Hans Jákup hjá Dáva, gamli býargartnarin í Klaksvík lagað. Hesin garðurin var partur í eini ætlan at hegna hagapartin í Barmi inni. Tað sama var ætlanin við nøkrum hegnrullum, ið lógu har uppi á fjallinum. Victor helt, at hesi hegnrull vóru komin at liggja har áðenn hansara tíð, so tey eru ógvuliga gomul.

Framvegis er veðrið gott og vit ætla at halda leiðina áfram. Men tá vit hyggja upp, eftir at hava práta og hugt eftir hesum garðinum, varnaðust vit, at vit kendu ikki landið sum vit sóu handan fjallarøðina. Vit hildu at tað átti at vera Borðoyarvík fyri framman og tí Uppsalalandið, ið átti at vera har, men sum sagt, vit kendust ikki við tað. Ikki fyrr enn vit høvdu staði og hugt góða løtu, gekk tað upp fyri okkum, at tað var Árnfjarðarlandið og Svínoyarlandið við sóu fyri framman. Hetta var ein sera løgin løta, tí vit vóru báðir øðrkymlaðir av tí vit fyrst hildu okkum síggja, men tá vit so broyttu kós 180 gradir ella har á leið, kendu vit okkum aftur at vera á heimligari leið.

Síðani var bara at fara oman Heldarskarð, oman Torvadal og aftur til hús. Einir seks tímar, frá tí eg fór av húsum til kaffi hjá Jórun og til eg var aftur við hús. – Enn ein ógloymandi dagur í okkara fantastisku náttúru.


Oliver