Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á kollitiónskós

Jóhannes M. Olsen

Læs fyri kortum, at  uttanríksministarin boðaði okkum  frá, at hann og onnur í leiðslu landsins, nú høvdu rættað kumpas (nakað sum vanliga kann vera skilagott  áðrenn eina reisu), so langt so gott. Men fráboðan um verðandi kós  ministarans er nokk politisk, men inniheldur  á leiðini í mínari verð fleiri ávaringar, heimligar og internationalar um at korrigera, rætta kós, sum annars kemur at enda við kollitión fyri fólk og samfelag, sum kann viðføra óbótaligan skaða.

Nú eg eri við kumpassini, rættningsvísaranum á landi og sjógvi, so livir enn í minninum ábyrgdin hjá brúgvamanningini yvirhøvur, í hesum førinum serliga teimum, sum ein kapteynur á ávísa stað vit sigldu framvið, fyri mongum árum síðan, segði frá, at her var tað stóri fullfermdi tangabáturin, á veg sunnan úr havi  til Onglands  í góðum líkindum  fór fyri ongum, sigldi á land. Orsøkin var ikki til at siga frá, allar ávaringar frá fýrskipinum um skeivu kósina vóru  yvirhoyrdar, til fánýtis, tangabáturin, sum bara helt ferð og kós, tætt fram við  fýrskipinum, har  menn  ávaraðu  m.a. stóðu og veittraðu við seingjarløkum o.ø. til teir á  tangabátinum, har skipari og team hansara vóru komnir út á brúgvarvongin í sínum snórajakkum og lyfti á kaskettinum alt meðan ferð og kós vóru áhaldandi hildin til kletturin segði stopp og ein av táverandi størstu oljudálkingum gjørdist veruleiki. Hetta viðgjørdi fjølmiðlaheimurin út í æsir, so enntá lesast kundi um kapteynin  á sjúkrahúsi, at hann  í neyð síni  var kropin inn undir sjúkraleguna og var fingin útaftur haðan við strev og stríð.

Í míni tíð á sjónum kundi ein av og til hoyra orðini, halt ferð og kós, men fyribygg samanstoyti. Soleiðis sum núverandi leiðsla Føroya fólks hevur sett út í kortið við ætlan um fullkomna  umlegging og broyting viðvíkjandi Skaparans  fyriskipan, sum hevur verið og er  fólksins dýra  ogn, men fyri skaparan vita vit onki um, at hetta málið yvirhøvur er ella kemur til viðgerðar aftur, tað er avgreitt (avgreitt frá Tinginum brúka vit at siga ).

Tað løtu Guðs skipan og lóg var sett til síðis  av fyrsta sinni, og hann ikki longur fann menniskjan  á vanliga  staðnum í urtagarðinum.

Tess roynari kærleiki tess djúpari sorgin -. Tá ið tann  perfekti kærleikin  rópti, Adam hvar ert tú?  kann nervin  í  universinum hava rist í sínum grundvølli, brúðgómurin hevði mist brúðrina, hvat gjørdi hin líðandi kærleikin so, vit lesa hann læt forføraran við tað sama vita, at hann fór  sjálvur at vinna hana aftur, her var ongin B  planur við hondina,  kósin var sett og vildi blíva  hildin, tí so elskaði Guð  heimin, at hann gav sín einborna son, hesin er nú komin og vorðin tann nýggi Adam og brúðurin afturvunnin.

Men, tann  ófatiligi  prísur ið her er goldin ikki í silvuri og gulli, men við dýra blóð Jesusar, einaferð fyri øll.  Ja, hetta er tað Bíblian snýr seg um djúpast sæð, hesin reyði  tráður ferð ígjøgnum allar bøkur hennara.

Við krossinum í hjartanum  brúðgómurin vil vinna aftur brúðrina og hann hevur vunnið, hetta er Bíblian. Onki er vunnið uttan kærleika og líðing.

Her er talan um eina  óbroytiliga kós, hon er tann upprunaliga og hevur  ikki og kemur ikki at blíva broytt, um talan skal vera um presta- ella borgarstjóravígslu, telur  tað neyvan við. Guð hevur  sýnt í soninum langafríggjadag yvir páskamorgun hvat hann vildi og framdi.

Í einum og hvørjum óhappi á havinum kemur eitt forhoyr,  tað lesa vit eisini um í skriftini. Skriftin vísir á ein óteljandi skara sum vegna  trúgv á  son skaparans eru yvir forhoyrið

Av tí mær tykir, viðvíkjandi kjarnini í málinum  er neyðugt við djúpari spakastikkum, grava djúpari, tað hevði gagna  øllum óansæð  lívsáskoðan í kjakinum.

Jóhannes M. Olsen