Hóast aftanfyri so eydnaðist tað føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum at venda 0-1 til 2-1 sigur og so hevur liðið fingið 6 stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, men kanska átti Montenegro teir størstu møguleikarnar. Í 64. minutti kom Montenegro á odda 1-0, men so fekk veruliga gongd á føroyska liðið. Tí í 77. og 78. minutti skoraðu føroyingar tvey mál og endaliga støðan gjørdist 2-1 til Føroyar. Sostatt skulu Føroyar spæla bólkafinalu móti Turkalandi týsdagin. Vinnarin í bólkinum í undanumfarinum sleppur í bólkaspælið til HM.
Montenegro-Føroyar 1-2
1-0: Marija Vukcevic, 64. min.
1-1: Eyðvør Klakstein, 77. min.
1-2: Birita Nielsen 78. min.
Norðlýsið hevði myndamann á staðnum og seinni kemur long myndarøð á heimasíðuna.




